Hvat geva vit út?

Ríkisumboðið í Føroyum gevur 2 rit út: Eina ársfrágreiðing fyri Føroyar við frágreiðing um føroysk samfelagsviðurskifti í farna árinum og eina lógarskrá fyri Føroyar. Ársfráreiðingin kemur út eina ferð um árið sum bók, og Lógarskráin fyri Føroyar verður dagførd regluliga og kemur út hvønn ársfjórðing í PDF-stødd her á heimasíðuni.

Í Føroyum kann ársfrágreiðingin bíleggjast hjá Ríkisumboðnum í Føroyum. Í Danmark kann ársfrágreiðingin bíleggjast hjá Rosendahls Lager og Logistik. Sí nærri í ritinum ”Frágreiðing”.

Ársfrágreiðingin og fyrru frágreiðingar kunnu eisini takast niður í PDF-stødd her.

Lógarskrá fyri Føroyar kann takast niður í PDF-stødd her.