Tryggur teldupostur

Ríkisumboðið tekur ímóti elektroniskum áheitanum við talgildari undirskift, t.v.s. telduposti, sum er undirskivaður og/ella duldur.

Ríkisumboðið mælir til, at teldupostur við persónviðkvomum upplýsingum verður sendur við talgildari undirskrift.

Tað ber ikki til at senda teldupost við talgildari undirskift beinleiðis til persónligu teldupostadressurnar hjá starvsfólkunum, og tí skal teldupostur við talgildari undirskrift sendast til høvuðspostkassan hjá Ríkisumboðnum ro@fo.stm.dk

Gevið gætur, at omanfyristandandi er galdandi fyri danskar stovnar. Enn ber ikki til hjá  føroyskum privatpersónum ella føroyskum stovnum at senda Ríkisumboðnum ella øðrum donskum myndugleikum tryggan teldupost.