Ríkisumboðsmaðurin í Føroyum

Vælkomin til Ríkisumboðið í Føroyum

Ríkisumboðið í Føroyum er ein stovnur undir danska forsætisráðnum.

Ríkisumboðið er evsta umboð hjá danska ríkinum í Føroyum og bindiliðið millum heimastýrið og ríkismyndugleikarnar. Ríkisumboðið hevur sæti á Løgtingi og kann vera við í samráðingum um øll felagsmál, tó uttan atkvøðurætt.

Høvuðsuppgávurnar hjá Ríkisumboðnum eru millum annað: 

  • Viðgerð av fleiri lóggávumálum, undir hesum at seta ríkislóggávu í gildi í Føroyum.
  • At lata danska forsætisráðnum regluligar frágreiðingar um áleikandi búskaparlig og politisk viðurskifti í Føroyum.
  • At røkja uppgávur í sambandi við val í Føroyum til Fólkatingið og møguligar fólkaatkvøður, sum Fólkatingið avger.
  • At vera við at skipa fyri vitjanum hjá Kongshúsinum, Fólkatinginum, donsku stjórnini o.ø. og at vera við á fundum í hesum sambandi.
  • At orða tvey rit: Ársfrágreiðing fyri Føroyar, ið hevur dagførda frágreiðing um føroysk samfelagsviðurskifti, og lógarskrá fyri Føroyar.
  • Tilmæli um kongligar sømdir.
  • Avgreiðsla hjá Dansk-Færøsk Kulturfond umframt at røkja nevndarformanssessin í grunninum.
  • At viðgera umsóknir um frían rættargang.
  • At viðgera umsóknir um heimarætt hjá norðurlendskum ríkisborgarum.
  • At røkja uppgávur í sambandi við at løggilda skjøl.