Heimsmál Sameindu Tjóða

Virkisætlan fyri verkseting av heimsmálum Sameindu Tjóða á Ríkisumboðnum 2023

Nú stjórnin hevur sett burðardygd, framsøknar veðurlagsgerðir og ta aktuellu orkukreppuna í brennidepilin, vil Ríkisumboðið í 2023 arbeiða við at fremja heimsmál nr. 12 (ábyrgdarfull framleiðsla og nýtlsa) og 13 (veðurlagskreppan).

Heimsmál nr. 12 – Ábyrgdarfull nýtsla og framleiðsla

Málið snýr seg um virkna stýring av okkara felags náttúrutilfeingi, og háttinum vit burturbeina eitrað burturkast og dálkandi evni, umframt at eggja ídnaði, virkjum og brúkarum at endurnýta og minka um teirra burturkast.

Ríkisumboðið í Føroyum ynskir at vera við til at tryggja ábyrgdarfulla nýtslu og framleiðslu. Ítøkiligt ætlar Ríkisumboðoð í 2023 at arbeiða fyri at:

  • Menna burðardygga innkeypsvenju á Ríkisumboðnum, við at økja nýtsluna av endurnýsluvørum, ella vørum, sum eru úrslit av endurnýtslu.
  • Minka um nýtsluna av pappíri, printaratónara og skrivstovulutum.
  • Minka um matoyðsl.
  • Gera og íverkseta eina virkisætlan fyri 2023, sum kann verða við til at tryggja, at átakið á Ríkisumboðnum støðugt verður ment.

Heimsmál nr. 13 - Umhvørvisátak

Málið snýr seg um at avmarka vøksturin av altjóða miðalhitanum til tvey stig yvir tað undanídnaðarliga støði, umframt at styrkja mótstøðuførið og umhvørvistillaging í viðbreknum landslutum.

 

Ríkisumboðið í Føroyum ynskir at verja umhvørvið og avmarka veðurlagsbroytingarnar. Í 2023 ætlar Ríkisumboðið:

  • Skifta tænstubilin hjá Ríkiumboðnum út við ein útlátsfrían bil.
  • Menna eitt innanhýsis atferðarátak, fyri at tryggja, at starvsfólkini leggja dent á orkunýtsluna.
  • Útbúgva eitt starvsfólk til ”burðardygdarumboð”.
  • Gera eina virkisætlan fyri veðurlagsátakið í 2023, sum kann verða við til at tryggja, at átakið á Ríkisumboðnum støðugt verður ment.