Virkja MitID-appina á aðrari eind

Tað er neyðugt at virkja MitID-appina, eftir at tú hevur tikið hana niður á tína telefon ella tín teldil. Hetta ger seg bæði galdandi, um tú av óvart hevur slettað appina, ella um tú skiftir til eina nýggja eind. Tað finnast tríggir hættir, sum kunnu nýtast, fyri at virkja MitID-appina.

 

Flyt MitID-appina til eina nýggja eind

Um tú longu hevur MitID-appina, ber til at flyta hana til eina aðra eind, við at skanna eitt QR-loyniorð frá tíni verandi app. Hesin hátturin ger tað bæði skjótt og lætt at virkja MitID-appina á eini nýggjari eind.

Virkja MitID-appina við tínum passi

Tú kanst virkja MitID-appina, við at skanna títt pass og andlit beinleiðis í appini. Um tú velur at virkja appina á henda hátt, er ikki neyðugt at møta persónliga á Ríkisumboðnum.

Virkja MitID-appina við einum virkjanar-loynitali

Ríkisumboðið kann útflýggja tær eitt loynital, sum tú tøppar inn í appina, fyri at virkja hana. Tú skalt møta persónliga á Ríkisumboðnum, fyri at fáa eitt virkjanar-loynital – og tað er neyðugt at bíleggja tíð frammanundan.