MitID – ein trygg loysn

MitID hevur avloyst NemID, tí tørvur er á einum talgildum samleika, sum kann liva upp til framtíðarinnar trygdartreytir og tørv.

Við MitID er trygdin økt á serliga trimum økjum: Á tann hátt, MitID tøkniliga er uppbygt; á tann hátt, tú kanst nýta MitID; og fyri tær treytir, ið verða settar til at kunna prógva sín samleika, tá man skal hava MitID.

MitID lýkur nýggjastu trygdartreytirnar. Millum annað fært tú altíð boð umvegis MitID appina, SMS ella teldupost, um MitID appin verður virkin á eini nýggjari telefon ella teldli. Til ber eisini at fáa boð, hvørja ferð títt persónliga MitID verður nýtt.

MitID-loysnin er uppbygd soleiðis, at tað er lætt og skjótt at gera broytingar í loysnini. Soleiðis ber til beinanvegin at reagera uppá skiftandi internethóttanir og leypandi at tillaga loysnina, fyri at styrkja um trygdina.

Les meira um trygdina í MitID her.