Hvat er MitID og hvat kann tað nýtast til?

MitID er eitt talgilt samleikaprógv, sum kann nýtast til at rita inn á bæði almennar og privatar sjálvavgreiðslur í Danmark.

MitID kann t.d. nýtast, um man skal søkja inn á útbúgving í Danmark, fáa atgongd til sínar pensjónsupplýsingar í einum donskum pensjónskassa, ella um man hevur verið undir viðgerð á einum sjúkrahúsi í Danmark og t.d. ynskir at síggja sínar skjalaupplýsingar.

MitID er fyrst og fremst ein app til snildfon og teldil. Við at sveipa, kanst tú góðkenna ella rita inn á MitID á tíni snildfon ella teldli, t.d. um tú skalt gera flytingar í tínum net- ella mobilbanka, ella síggja tínar skattaupplýsingar í Danmark. Tú kanst nýta MitID appina, hóast tú ikki nýtir NemID lyklaappina.

Ríkisumboðið viðmælir, at borgarar, sum nýta MitID appina, eisini bíleggja eina alternativa samleikaeind. Soleiðis verður tú ikki útilokað/ur frá at nýta títt MitID, um tín MitID app verður læst. Les meira um tær ymsu samleikaeindirnar her.

Les meira um, hvussu tú nýtir MitID appina her.

Aðrar loysnir

Um tú ikki hevur møguleika at nýta appina, eru tríggjar aðrar loysnir til tín: Ein MitID loynitalsvísari, ein MitID loynitalsupplesari og ein MitID flís. Um tú ikki hevur møguleika at nýta appina, er MitID loynitalsvísarin eitt gott alternativ, meðan MitID loynitalsupplesarin er ætlaður sjónveikum. MitID flísin er ætlað tær, ið hevur tørv á at rita inn ella góðkenna við MitID fleiri ferðir dagliga, til dømis í samband við arbeiði títt.

Samleikaeindirnar kunnu bíleggjast á MitID.dk. Tað er eisini møguligt at fáa MitID loynitalsvísara og MitID loynitalsupplesara umvegis Ríkisumboðið.
Tá tú hevur móttikið MitID eindina, skal hon virkjast, soleiðis at hon verður knýtt afturat tínum MitID.

MitID loynitalsvísari
Loynitalsvísarin er ein lítil elektronisk eind, ið vísir tær eitt einnýtisloynital, sum tú skalt sláa inn, tá tú ynskir at nýta MitID. MitID loynitalsvísarin er so lítil, at tú kanst hava hann í tínum lyklatyssi ella í lummanum.

Les meira um, hvussu tú nýtir MitID loynitalsvísaran her.

MitID loynitalsupplesari
Loynitalsupplesarin hevur ein stóran skerm, ið vísir tær eitt einnýtisloynital, sum tú skalt sláa inn, tá tú ynskir at nýta MitID. MitID loynitalsupplesarin kann eisini lesa einnýtisloynitalið upp. Hann er ætlaðum sjónveikum.

Les meira um, hvussu tú nýtir MitID loynitalsupplesaran her.

MitID flísin
Flísin er ein lítil elektronisk eind við einum knøtti at góðkenna við. Tá tú skalt rita inn ella góðkenna við MitID Flísini, skal brúkara-ID og loynital tøppast inn, áðrenn trýst verður á knøttin.

Les meira um, hvussu tú nýtir MitID Flísina, við at trýsta her