Hvussu fái eg MitID?

Í løtuni eru tveir møguleikar fyri borgarar í Føroyum at fáa MitID:

  • Til ber at fáa MitID umvegis MitID appina. Her krevst gildugt pass og ein snildfon, sum kann lesa flísina í passinum.
  • Um tú lýkur samleikatreytirnar, ber eisini til at fáa MitID á Ríkisumboðnum, við at bíleggja tíð til hetta.

Gev gætur:

Um navn títt inniheldur sertekn, tvs. tekn, sum ikki standa í danska stavraðnum, kann stovnan av MitID umvegis appina bert fara fram, um tú hevur danskt pass við fullum CPR-nummari skrásettum í teiginum ’Personnummer’.
Inniheldur navn títt sertekn, og er pass títt føroyskt ella danskt uttan CPR-nummar í teiginum ’Personnummer’, kanst tú bert fáa MitID við persónligari uppmøting á Ríkisumboðnum.

Tú skalt ígjøgnum fleiri stig, tá tú skalt stovna MitID. Set tískil góða tíð av til hetta, og syrg fyri, at tú gevur upp rættar upplýsingar, herundir navn og telefonnummar.

 

Stovna MitID umvegis MitID appina

Fyri at stovna MitID umvegis MitID appina, skalt tú nýta:

  • Gildugt pass
  • Eina snildfon, sum kann lesa flísina í tínum passi (NFC-lesara).
    Hetta kunnu flestu Android-telefonir og iPhone-modellini 7 og uppeftir. Um tín snildfon ikki hevur henda eginleika, ber til at læna eina telefon frá einum øðrum, til at skráseta teg sum brúkara. Herefter kanst tú leggja MitID appina á tína egnu telefon. Les meira á MitID.dk, har tú eisini kanst síggja eitt sjónband, ið vísir hvussu: MitID.dk/fa-mitid-med-app  

Soleiðis gert tú:

  • Tak niður MitID appina frá App Store eller Google Play 
  • Lat upp MitID appina
  • Trýst á ’Kom i gang’ og fylg stigunum. Við passinum prógvar tú, hvør tú ert. Eins og við passeftirliti á flogvallum, samanber appin andlit títt við passmyndina. Upplýsingarnar um teg verða bert nýttar til hetta – og verða ikki goymdar. Tú verður vegleidd/ur, so hvørt tú fylgir stigunum í MitID appini.

 

Gev gætur:

Um tú hevur danskt pass við cpr-nummari í teiginum ’Personnummer’, skalt tú velja danskt pass og ikki sláa títt cpr-nummar inn.
Um tú hevur danskt pass uttan cpr-nummar í teiginum ’Personnummer’ ella føroyskt pass, skalt tú velja ”Andet land” og sláa títt cpr-nummar inn.

 

Sjónbandsvegleiðing: Soleiðis fært tú MitID við passi og MitID appini

Vegleiðing: Hevur tú trupulleikar, við at lesa pass og andlit?

Les meira um, hvussu tú fært MitID umvegis appina her.