Ansa væl eftir tínum MitD

Eingin loysn kann verja 100 prosent móti royndum frá brotsligum at svíkja. Lat tískil ongantíð títt brúkara-ID ella tíni loynitøl út – hvørki til NemID ella MitID. Hetta fara almennir myndugleikar, bankin ella tænastuveitingin heldur ikki at biða teg um.

Illgruni um misnýtslu

Verður tú varug/ur við, ella hevur tú illgruna um, at tínar persónligu upplýsingar eru stolnar ella misnýttar, er umráðandi at reagera. Set teg í samband við beinleiðis linjuna hjá Digitaliseringsstyrelsen fyri samleikastuldur á + 45 33 98 00 98. Linjan hevur opið alt samdøgrið.

Fimm góð ráð

  • Vís ongantíð øðrum tíni loynitøl.
  • Lat ongantíð tína MitID app*, -loynitalsvísara, -loynitalsupplesara ella -flís til onnur.
  • Deil ongantíð títt brúkara-ID við onnur – undantikið við tænastuveitingina, um tú sjálv/ur setir teg í samband við hana.
  • Góðkenn ongantíð nakað umvegis MitID við útgangsstøði í m.a. eini uppringing, einum telduposti ella vitjan frá onkrum, ið gevur seg út fyri at vera frá tínum banka, frá tænastuveitingini ella onkrum heilt triðja. Eingin eigur at seta seg í samband við teg á henda hátt.
  • Les altíð, hvat tú góðkennir við MitID. Um teksturin ikki samsvarar við tað, tú ynskir at gera, ella um tú ikki sjálv/ur hevur sett góðkenningina í verk, skalt tú lata vera við at góðkenna. 

*Appin kann deilast við onnur, m.a. í tínum húsarhaldi, við teirri fortreyt, at tit hava hvør sítt brúkara-ID og loynital.