Lógfesting

Tá ið skjøl, sum almennir myndugleikar geva út, skulu brúkast uttanlands, er ofta neyðugt at lógfesta skjølini.

Hvat er lógfesting?
Ein lógfesting er ein átekning, sum váttar, at ein undirskrift er ektað. Tað er harafturímóti ikki eitt prógv um, at innihaldið í skjalinum er rætt.

Hvørji skjøl skulu lógfestast?
Eitt skjal, sum føroyskur myndugleiki hevur skrivað, t.d. ein fólkayvirlitsváttan, eitt próvbræv ella ein skattaváttan, skal lógfestast hjá  Ríkisumboðnum, áðrenn tað verður sent til Danmarkar (danska uttanríkisráðið), sí niðanfyri.  

Lógfesting hjá føroyskum myndugleikum
Í mongum førum skulu undirskriftir á skjølum, sum ein føroyskur myndugleiki hevur skrivað, fyrst lógfestast í landsstýrinum (avvarðandi stjórnarráð).  

Ríkisumboðið kann vanliga upplýsa, hvørjum landsstýrisøki eitt skjal hoyrir til. 

Til dømis kann nevnast ein fólkayvirlitsváttan ella ein hjúnabandsváttan, sum ein kommuna hevur skrivað út. Her skal váttanin fyrst lógfestast í Heilsu- og Innlendismálaráðnum (sum er serøkismyndugleiki hjá kommunum og fólkayvirliti) og síðan hjá Ríkisumboðnum. Er talan um próvbræv, skal Mentamálaráðið greiða fyrstu lógfestingina.   

Lógfesting skal fara fram hjá fleiri myndugleikum
Tá ið Ríkisumboðið hevur lógfest undirskriftina á skjalinum, skal danska uttanríkisráðið lógfesta tað fyri at vátta undirskriftina hjá Ríkisumboðnum.

Ríkisumboðið átekur sær vanliga at senda skjølini víðari til danska uttanríkisráðið við áheitan um, at danska uttanríkisráðið lógfestir og síðan sendir skjølini aftur til borgaran. Við hesum slepst undan, at mannagongdin verður seinkað við tað, at skjalið verður sent aftur til borgaran eftir hvørja lógfesting.

Í mongum førum krevst eisini, at sendistovan hjá tí landinum, har skjalið skal brúkast, áteknar skjalið fyri at vátta undirskriftina hjá danska uttanríkisráðnum.

Mælt verður til, at ein setir seg í samband við avvarðandi sendistovu fyri at fáa upplýsingar um lógfestingarkrøvini í avvarðandi landi. Er tørvur á lógfesting á sendistovu í einum øðrum landi, kann danska uttanríkisráðið senda skjalið til avvarðandi sendistovu eftir áheitan frá sendaranum, og um frímerktur bjálvi við adressuni hjá sendistovuni er hjálagdur. 

Gjald til danska uttanríkisráðið
Danska uttanríkisráðið krevur eina upphædd fyri hvørt skjal, ið skal lógfestast. Goldið verður til danska uttanríkisráðið um webshop á hesum leinki: 

https://dys.um.dk/Shop/purchase/details/6291b557-b0ac-4f5c-ba08-5f11eaa991a7

Gevið gætur, at skulu skjølini sendast til eina adressu uttanlands, kostar tað eyka fyri postgjald. Sigið frá, hvussu sendingin skal avgreiðast.

Tá ið skjølini verða latin inn til Ríkisumboðið, skal avrit av kvittan frá webshop hjá danska uttanríkisráðnum vera við.

Hvussu leingi er at lógfesta?
Vanliga ganga 8 – 10 dagar frá teirri løtu, Ríkisumboðið fær skjølini, til tey koma aftur frá danska uttanríkisráðnum. Skal skjalið lógfestast hjá sendistovu í øðrum landi, er væntandi eyka avgreiðslutíð, sum sjálvandi kann vera ójøvn.

Fleiri upplýsingar standa á heimasíðuni hjá danska uttanríkisráðnum:

http://um.dk/da/rejse-og-ophold/legalisering