Løggilding og apostille
Apostille – soleiðis kanst tú løggilda føroysk skjøl
Síðan 13. desember 2021 hava Føroyar verið fevndar av Haag-sáttmálanum frá 5. oktober 1961, eisini kendur sum Apostille-sáttmálin. Hesin sáttmálin avtekur treytina um víðari løggilding av almennum skjølum millum lond, sum eru fevnd av honum.
Um tú skalt brúka almenn skjøl úr Føroyum uttanlands, kann ein apostilla verða neyðug. Ein apostilla er ein serstøk váttan, ið verður givin sambært Apostille-sáttmálanum og váttar, at undirskriftin ella stempulið á tínum skjalið er ektað, og at undirskrivarin hevur neyðugu heimildina.
Tey lond, ið hava tikið undir við Apostille-sáttmálanum, hava skyldu at góðkenna skjøl, ið eru áteknað við eini apostillu – harvið ger apostillan tað lættari at brúka skjøl uttanlands.
Soleiðis fært tú eina apostillu á almenn, føroysk skjøl
Um tú skalt hava eina apostillu á eitt skjal, sum ein almenn myndugleiki í Føroyum hevur útflýggjað, skalt tú fylgja hesum stigum:
1. Kannað støðuna hjá landinum
Ein apostille er viðkomandi, um landið, tú skalt brúka skjalið í, hevur tikið undir við Apostille-sáttmálanum. Hetta kanst tú kanna umvegis hesa leinkjuna.
Um landið ikki er á listanum, kann skjalið framvegis løggildast við eini apostillu. Men í slíkum førum skal skjalið eisini áteknast av sendistovu viðkomandi landsins í Danmark, sum váttar undirskrift og stempul frá danska Uttanríkisráðum.
Hevur tú brúk fyri vegleiðing um løggilding av skjølum, sum skulu nýtast í londum, ið ikki hava tikið undir við av Apostille-sáttmálanum, kanst tú venda tær til Ríkisumboðið í Føroyum.
2. Alment útgivið ella váttað skjal
Skjalið skal vera útgivið ella váttað av einum almennum myndugleika. Hetta merkir, at skjøl sum dópsváttanir, prógv og onnur almenn skjøl lúka treytirnar.
Skjøl váttað av notari, sum t.d. fulltrúir og váttað avrit av passi ella koyrikorti, kunnu eisini løggildast við eini apostille. Um tú hevur spurningar viðvíkjandi notartænastum, kanst tú seta teg í samband við Føroya Rætt á post@sorinskrivarin.fo ella umvegis telefon +298 31 10 03.
Fyri at fáa meira kunning um, hvørt títt skjal fellur undir Apostille-sáttmálan, kanst tú vitja heimasíðuna hjá danska Uttanríkisráðum umvegis hesa leinkjuna.
3. Upprunaskjal
Skjalið, tú ynskir at løggilda, skal vera upprunaligt. Avrit kunnu ikki løggildast, tí veruliga undirskriftin hjá viðkomandi, sum hevur útflýggjað skjalið, skal síggjast á skjalinum.
Um ein almennur myndugleiki útflýggjar eitt 'álítandi avrit' (tro kopi) við eini fysiskari undirskrift, kann skjalið tó løggildast.
Harumframt skal skjalið vera skrivað við teldutøkni. Hondskrivað skjøl verða í útgangsstøðinum ikki góðkend.
4. Gjalding, aftursendingargjald og kvittan
Løggildingarskrivstovan hjá Uttanríkisráðum í Keypmannahavn er tann einasta myndugleikin, sum kann átekna føroysk skjøl við apostillum. Tí skalt tú rinda fyri løggildingina á teirra heimasíðu, sum tú kanst vitja umvegis hesa QR-kotuna leinkjuna.
Tá tú rindar fyri løggildingina, kanst tú velja, hvussu skjalið skal sendast aftur til tín. Um tú ynskir, at skjalið skal sendast aftur til tín á ein føroyskan bústað, skalt tú somuleiðis minnast til at rinda afturberingargjald til útlond.
Tað er eisini møguligt at fáa skjalið sent á ein annan bústað, enn tín egna – t.d. um skjalið skal sendast einum myndugleika ella líknandi.
Minst til at goyma kvittanina fyri gjaldingina, tí tú skalt brúka hana seinni.
5. Innlating ella sending
Tú kanst annaðhvørt lata skjalið inn persónliga á løggildingarskrivstovuni hjá danska Uttanríkisráðum í Keypmannahavn, eins og tað er møguligt at senda skjalið við vanligum posti. Minst til at leggja kvittanina fyri løggildingina við.
Eisini kann Ríkisumboðið í Føroyum senda skjalið fyri teg ókeypis. Um tú ynskir hetta, kanst tú møta persónliga í okkara avgreiðslutíð við tínum skjølum og kvittanini.
6. Málsviðgerðartíð
Tá løggildingarskrivstovan hevur móttikið skjøl til løggilding, verða te yvanliga átekna við apostillum innan fáar dagar.
Skal skjalið sendast við posti báðar vegir, er eisini neyðugt at rokna sendingartíðina við í samlaðu bíðitíðina.
Hjálp ella vegleiðing
Um tú hevur spurningar um løggilding, kanst tú seta teg í samband við Ríkisumboðið í Føroyum umvegis teldupost á ro@fo.stm.dk ella umvegis telefon nummar+298 201200.
Tú kanst eisini venda tær til løggildingarskrivstovuna hjá danska Uttanríkisráðum við spurningum um apostillu-løggilding av føroyskum skjølum. Teirra samskiftisupplýsingar og upplatingartíðir kunnu finnast umvegis hesa leinkjuna.