Ríkisborgaraskapur við lóg

Ríkisborgaraskapur við lóg

Sambært § 44 í Grundlógini kann ein útlendingur fáa danskan ríkisborgaraskap við lóg. Fyri at fáa danskan ríkisborgaraskap skal ein lúka ávísar treytir, t.d. fyri sjálvsuppihald, uppihald í Danmark, vera kønur í donskum máli og donskum viðurskiftum. 

Uppihald:

Tað er vanliga ein treyt fyri at fáa danskan ríkisborgaraskap, at ein hevur búð støðugt í Danmark í 9 ár. Tó eru serligar treytir fyri longdina á uppihaldinum fyri ávísar bólkar av umsøkjarum, t.d. flóttafólk, norðurlendskar ríkisborgarar og hjúnafelagar hjá donskum ríkisborgarum.

Sjálvsuppihald / skuld til tað almenna:

Tað er ein treyt fyri at fáa danskan ríkisborgaraskap, at ein kann uppihalda sær sjálvum. Tað merkir, at ein ikki má hava tikið ímóti hjálp eftir tí, ið svarar til reglurnar í donsku lógini um virknan sosialpolitikk ella samlagingarlógini seinastu 2 árini og, at ein seinastu 5 árini ikki hevur tikið ímóti hjálp eftir tí, ið svarar til reglurnar í donsku lógini um virknan sosialpolitikk ella samlagingarlógini í meira enn 4 mánaðir til samans. Haraftrat er tað ein treyt, at ein ikki skyldar tí almenna pening, ið er fallin til gjaldingar.    

Lógarbrot:

Tað er ein treyt fyri at fáa danskan ríkisborgaraskap, at ein ikki hevur framt ávís sløg av lógarbrotum. Ávís lógarbrot hava við sær, at ein ongantíð verður danskur ríkisborgari, og at persónar, sum annars eru revsaðir ella hava fingið revsirættarliga revsiatgerð, ikki kunnu verða danskir ríkisborgarar fyrr enn tíðarfreistin er úti. Tað merkir, at ein ikki kann fáa danskan ríkisborgaraskap, fyrr enn tíðarfreistin er úti.

Kunnleiki til danskt:

Tað er ein treyt fyri at fáa danskan ríkisborgaraskap, at ein skjalprógvar sín kunnleika til danskt mál. Kravið um prógv fyri kunnleika til danskt mál er tó ikki galdandi fyri umsøkjarar, sum búgva í Føroyum. Í hesum føri verður metingin hjá politinum um, at viðkomandi uttan at umskriva ella brúka onnur mál og við natúrligum máldámi lættliga kann vera við í samrøðu á donskum ella føroyskum/grønlendskum, sum nóg gótt prógv fyri kunnleika til danskt mál hjá umsøkjaranum.    

Nærri upplýsingar fáast hjá landfútanum +298 351448.