Ríkisborgararættur við váttan

Fyri niðanfyri nevndu persónbólkar kann danskur ríkisborgaraskapur fáast við at lata váttan inn til Ríksiumboðið. Sostatt sleppa persónarnir undan eini heldur drúgvari avgreiðslu, sum ríkisborgaraskapur við natúralisatión kann vera. 

Danskur ríkisborgaraskapur  fæst tann dagin, váttanin verður latin inn, um so er, at  treytirnar síðan vísa seg at vera hildnar. Váttanin verður latin inn á serligum oyðiblaði, sum kann útvegast hjá Ríkisumboðnum ella prentast úr leinkjunum í tekstinum niðanfyri.

Síðan verður váttanin latin inn til Ríkisumboðið saman við nevndu skjølum. Eru treytirnar hildnar, fær umsøkjarin eitt prógv um danskan ríkisborgaraskap, og Ríkisumboðið kunnar avvarðandi myndugleikar um, at persónar hava fingið danskan ríkisborgaraskap.

Norðurlendskir ríkisborgarar, jf. § 3:

 Norðurlendskur ríkisborgari kann fáa ríkisborgaraskap við váttan, tá ið persónurin:

  • er fyltur 18 ár, men ikki 23 ár enn
  • býr í ríkinum, tá ið váttanin verður latin inn
  • hevur búð her í ríkinum í minst 10 ár til samans, av hesum minst 5 ár til samans 6 tey seinastu árini
  • er ósektaður og ikki dømdur tiltøk eftir kapittul 9 í revsilógini, og
  • ikki er ákærdur fyri revsilógarbrot

Umsóknarblað 18-23 ár kann takast niður her:

pdf (179 Kb)

Váttan kann eisini latast inn frá persónum, sum:  

  • hava fingið ríkisborgaraskap í einum norðurlandi á annan hátt enn við natúralisatión,
  • eru fyltir 18 ár
  • hava búð fast her í ríkinum 7 tey seinastu árini og
  • ikki í hesum tíðarskeiði eru dømd frælsisrevsing ella tiltøk, ið kunnu verða javnsett við frælsisrevsing

Umsóknarblað yvir 18 ár:

pdf (178 Kb)

Persónar búsitandi í ríkinum, ið skulu fáa danskan ríkisborgaraskap aftur, jf. § 4:

Hevur ein persónur, sum frá tí hann er føddur, fingið danskan ríkisborgaraskap og sum hevur búð her í ríkinum inntil 18 ára aldur, mist sín ríkisborgaraskap, kann persónurin fáa sín ríkisborgaraskap aftur við váttan til Ríkisumboðið, um persónurin hevur búð her í ríkinum 2 tey seinastu árini.

Haraftrat kann ein persónur, ið hevur mist danska ríkisborgaraskapin og síðan framvegis verið ríkisborgari í einum norðurlandi, fáa sín ríkisborgaraskap aftur, tá ið persónurin eftir at hava búsett seg fast her í ríkinum letur Ríkisumboðnum váttan um hetta.

Umsóknarblað - afturvinning búsitandi í ríkinum:

pdf (177 Kb)

Børn, sambært § 5:

Fær ein persónur danskan ríkisborgaraskap við váttan, eigur eisini barnið hjá viðkomandi ríkisborgaraskapin, herímillum ættleitt barn, uttan so at nágreiniliga er sagt frá, at barnið ikki er roknað uppí.

Tað er ein treyt, at:

  • tann, ið letur váttan inn, eigur sín part av foreldramyndugleikanum yvir barninum
  • at barnið er ógift
  • at barnið er undir 18 ár og
  • at barnið býr her í ríkinum

Fyri ættleidd børn er tað somuleiðis ein treyt, at ættleiðingin er galdandi sambært donskum rætti.

Gjald:

Tá ið váttan fyri danskan ríkisborgaraskap verður latin inn til Ríkisumboðið, skulu 1.100 kr. verða goldnar, áðrenn málsviðgerðin kann byrja.

Goldið verður við bankaflyting til:

Danske Bank, Skrásetingarnr.: 0216, Konto nr.: 4069069991

Navnið á umsøkjara skal standa á inngjaldinum

Kvittan fyri gjaldið skal fylgja við umsóknini.

Ein persónur, sum er útvístur við dómi ella hevur eitt mál ímóti sær til viðgerðar, har sett verður upp á útvísning, fær ikki danskan ríkisborgaraskap við váttan.