Fólkatingsval

Val til Fólkatingið verður útskrivað við kongligum opnum brævi. Ríkisumboðið ásetir síðan alt fyri eitt valdagin í Føroyum. Valdagurin er yvirhøvur tann sami sum í ríkinum annars.

Í Føroyum verða tveir fólkatingslimir valdir.

Føroyar eru eitt valdømi.

 

Valrættur og upptøka á vallistan

Valrætt til Fólkatingið hevur ein og hvør, ið hevur danskan heimarætt, er fyltur 18 ár og hevur fastan bústað í ríkinum, uttan so at viðkomandi er gjørdur ómyndugur.

Eingin kann útinna valrætt uttan at standa á vallistanum. Tú skalt standa á vallistanum í einari kommunu í seinasta lagi 18 dagar áðrenn valdagin.

Persónar, sum fyribils eru búsettir uttanlands, kunnu í summum førum metast at hava fastan bústað í ríkinum og hava sostatt valrætt til fólkatingsval, sambært niðanfyristandandi.

Hesir persónar, sum búgva fyribils uttanlands, og hjúnafelagar, sum liva saman við hesum persónum, verða mettir at hava fastan bústað í ríkinum: 

1) Persónar, ið eru sendir í tænastu uttanlands sum starvsfólk hjá almennum myndugleika, privatum virksemi ella privatum felag í ríkinum 

2) Persónar, ið eru staddir uttanlands sum starvsfólk hjá altjóða felagsskapi, sum Danmark ella Føroyar eru limir í

3) Persónar, sum eru sendir í starv uttanlands hjá einum hjálpifelagsskapi í ríkinum

4) Persónar, sum ætla at nema sær útbúgving uttanlands

5) Persónar, sum eru uttanlands av heilsuávum

6) Persónar, sum eru uttanlands, og sum hava tilknýti til ríkið burturav verða javnsettir við teir persónar, sum eru nevndir í nr. 1-5

Veljarar, ið búgva fyribils uttanlands, skulu eftir áheitan setast á vallistan í teirri kommunu, har teir seinast hava verið meldaðir til  fólkayvirlitið. Áheitanin um upptøku skal latast kommunustýrinum, sum síðan skal lata Ríkisumboðnum áheitanina við skjalváttan um, at viðkomandi hevur danskan heimarætt, er 18 ár og ikki er gjørdur ómyndugur, og við frágreiðing um, nær viðkomandi seinast hevur verið meldaður til fólkayvirlitið í kommununi. Avgerðir um upptøku á vallistan eru galdandi í 2 ár frá tí degi, avgerðin er tikin. 

 

Valevnisfráboðan og -góðkenning

Eingin kann stillast upp til val uttan sjálvur at hava bjóðað seg fram sum valevni. Ein persónur kann antin stilla upp sum valevni fyri ein flokk, sum við seinasta løgtingsval hevur vunnið umboð í Løgtinginum og sum framvegis er umboðaður har, tá ið valið varð útskrivað, ella sum uttanflokka valevni. Eitt uttanflokka valevni skal góðkennast av í minsta lagi 150 og í mesta lagi 200 veljarum sum stillarar í valøkinum í Føroyum.  

Tilsøgn um valevni skal sendast formanninum í valstýrinum í seinasta lagi kl. 18.00 ellivu dagar fyri valdagin.

Flokkarnir skulu í seinasta lagi kl. 18.00 átta dagar fyri valdagin siga valstýrinum frá, hvørji valevni flokkurin kann góðkenna.

Beint eftir at freistin hjá valevnunum at boða er úti, skal valstýrið kanna, um rættstundis valevnisumsóknir eru galdandi. Valstýrið kunnger so skjótt sum til ber tær góðkendu valevnisfráboðaninar.  

 

Atkvøðugreiðslan, herímillum brævatkvøðugreiðsla

Atkvøtt verður í hvørjum valøki á valstaðnum í einum høli, sum kommunustýrið hevur víst á. Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 9.00 og endar kl. 20.00. Rætturin at velja verður útintur við at møta upp sjálvur.  Atkvøðugreiðslan er í atkvøðurúminum, har bara veljarin má vera staddur.

Hesir veljarar kunnu atkvøða við brævi í Føroyum:

  • veljarar, ið ikki fáa møtt valdagin at atkvøða, kunnu atkvøða við brævi hjá fólkayvirlitinum
  • veljarar, ið liggja á sjúkrahúsi ella øðrum heilsubótar- og røktarstovni, kunnu atkvøða við brævi á sjúkrahúsinum ella stovninum
  • veljarar, ið sita í varðhaldi í Havn, kunnu brævatkvøða hjá fútanum
  • veljarar, sum eru í læknaviðgerð heima, kunnu brævatkvøða heima
  • veljarar, ið búgva í útoyggj, sum ikki er sjálvstøðugt valdømi, kunnu atkvøða við brævi í oynni
  • sjófólk og fiskimenn kunnu brævatkvøða á fólkayvirlitinum, hjá sýslumanninum ella mynstringarstjóra
  • sjófólk og ferðafólk á skipi í uttanlandssigling við bústaði í Føroyum og persónar, ið starvast í danskari frálandavinnu, kunnu atkvøða við brævi umborð á skipinum ella á frálandavirkinum
  • Brævatkvøður í Føroyum kunnu avgreiðast seinastu 3 vikurnar áðrenn  valdagin, tó í seinasta lagi næstseinasta yrkadag (gerandisdagur, leygardagur íroknaður) áðrenn valdagin.

Sjófólk og fiskimenn kunnu atkvøða við brævi 3 teir seinastu mánaðirnar áðrenn valdagin, tó í seinasta lagi næstseinasta yrkadag áðrenn valdagin. Sjófólk og ferðafólk í uttanlandssigling við bústaði í ríkinum, og persónar, ið starvast í danskari frálandavinnu, kunnu atkvøða við brævi 3 tær seinastu mánaðirnar áðrenn valdagin. Tó kunnu sjófólk í uttanlandssigling við bústaði í ríkinum og hjúnafelagar, ið sigla saman við teimum, greiða brævatkvøðu umborð á skipinum frá degnum eftir eitt fólkatingsval galdandi fyri næsta fólkatingsvali.    

Veljarar, sum eru á vallistanum í einari føroyskari kommunu, og eru staddir í Danmark, Grønlandi ella uttanlands, kunnu atkvøða við brævi har. Veljarar, sum eru staddir í Danmark ella Grønlandi, kunnu atkvøða við brævi hjá fólkayvirlitinum ella á einum av hinum støðunum, har atkvøðast kann. Veljarar, sum eru uttanlands, kunnu brævatkvøða á danskari sendistovu ella konsuláti.

Brævatkvøður í Danmark, Grønlandi og uttanlands kunnu greiðast seinastu 3 mánaðirnar áðrenn valið.

 

Uppgerð av valinum

Tá atkvøðugreiðslan er endað og atkvøðurnar taldar og pakkaðar, telja valstýrini og tilnevndu veljararnir tær greiddu atkvøðurnar. Talt verður, hvussu nógvar atkvøður hvør flokkur og hvørt valevni hevur fingið.  

Tá ið formaðurin í valnevndini hevur fingið frágreiðing frá øllum valøkjum, verða tær greiddu atkvøðurnar taldar saman, og ein fyribils uppgerð av valinum verður gjørd. Straks eftir hetta verður frágreiðing latin Ríkisumboðnum um alt talið á avgreiddum atkvøðum fyri hvønn flokk og hvørt uttanfloks valevni og fyribils úrslitið av valinum.   

Í seinasta lagi dagin eftir endaligu uppgerðina av valinum sendir formaðurin í valnevndini Ríkisumboðnum eitt avrit av valbókini, sum so alt fyri eitt sendir innanríkis- og heilsumálaráðharranum eitt avrit.

Fólkatingið góðkennir valið hjá valevnunum.

Ein og hvør kann klaga um fólkatingsval. Kærur skulu sendast til Ríkisumboðið, ið skal hava kæruna í hendi í seinasta lagi eina viku eftir valdagin. Ríkisumboðið sendir síðan innanríkis- og heilsumálaráðharranum  kæruna.

Lóg um fólkatingsval í Føroyum

Víst verður annars til kunngjørda lóg um fólkatingsval í Føroyum (kunngerð nr. 41 frá 15. januar 2020), ið kann takast niður í PDF-stødd her:

pdf (1009 Kb)