Fólkaatkvøður

Fólkaatkvøður í Føroyum eru sama dag sum aðrastaðni í ríkinum.

Ríkisumboðið kunngerð lógaruppskotið ella lógina við fráboðan um fólkaatkvøðudagin. Kunngjørt verður í fyrsta lagi 18 yrkadagar (gerandisdagar) og í seinasta lagi 12 yrkadagar (gerandisdagar) áðrenn atkvøðudagin.

Øll, ið hava valrætt til fólkatingsval, hava rætt til at fólkaatkvøða.

Fólkaatkvøðan verður avgreidd eftir reglunum um fólkatingsval.

Á atkvøðuseðlinum skulu orðini ”Ja” og Nei” standa týðiliga yvir hvørt øðrum. Atkvøður veljarin fyri lógaruppskotinum ella lógini, setir hann krossin í ”Ja”; atkvøður veljarin ímóti lógaruppskotinum ella lógini, setir hann krossin í ”Nei”.

Til fólkaatkvøðu kann atkvøðast við brævi sambært reglunum fyri fólkatingsval.

Uppgerð og frágreiðing um úrslitið av atkvøðugreiðsluni fara fram sambært reglunum fyri fólkatingsval.