Frí málførsla

Frí málførsla

Skipanin við fríari málførslu hevur til endamáls at geva persónum, hvørs fíggjarligu viðurskifti eru minni góð, møguleikan fyri at føra rættarmál á jøvnum føti miðalroknaða borgaran.

 

Treytirnar fyri fríari málførslu

Tú kanst fáa fría málførslu, til at føra títt mál við dómstólarnar, um tú lýkur nakrar nærri ásettar treytir. Ítøkiligu treytirnar eru at finna í rættargangslógarinnar §§ 353-357.

Vanliga er frí málførsla treytað av, at:

  • tú ikki er fevnd/ur av eini rættarhjálpartrygging ella aðrari trygging, ið rindar málsins útreiðslur,
  • tín árliga inntøka ikki er omanfyri eitt ávíst mark, umframt at
  • tín málførsla verður mett rímiligt grundað, herímilllum tí góð útlit eru fyri, at rætturin gevur tær viðhald í tínum málskravi.

 

Virknaðurin av fríari málførslu

Um tú fært fría málførslu, rindar ríkiskassin tær útreiðslur, sum eru neyðugar í samband við viðgerðina av tínum rættarmáli. Tann ítøkiligi virknaðurin av fríu málførsluni er at finna í rættargangslógarinnar § 359.

 

Soleiðis søkir tú um fría málførslu

Umsóknir um fría málførslu verða viðgjørdar hjá Ríkisumboðnum og Føroya Rætti.

Sum upprunastøði, skalt tú lata Ríkisumboðnum tína umsókn um fría málførslu, sum síðan tekur støðu til, um tú lýkur kravdu treytirnar sambært rættargangslógarinnar reglum.

Tó skal umsóknin latast Føroya Rætti, um málið er fevnt av rættargangslógarinnar § 355. Hetta ger seg m.a. galdandi, tá tú søkir um fría málførslu til eitt hjúnaskilnaðar-, sundurlesingar- ella skiftimál.

 

Umsóknin

Tað galda eingi formkrøv, tá tú søkir um fría málførslu, men Ríkisumboðið hevur tó gjørt eitt umsóknarskjal, sum tú kanst velja at nýta til endamálið. Tað stendur tær somuleiðis frítt, um tú letur Ríkisumboðnum umsóknina á fysiskan hátt ella umvegis teldupost.

Eftirsum tín umsókn um fría málførslu er eitt umsóknarmál, hevur tú ábyrgd av at fáa til vega og lata Ríkisumboðnum tær upplýsingar, sum sambært tær hava týdning fyri málsins avgerð. Soleiðis savnar Ríkisumboðið ikki inn upplýsingar frá øðrum myndugleikum í samband við viðgerðina av tíni usókn um fría málførslu. Men tað kemur kortini fyri, at mótparturin í málinum verður hoyrdur.

Umsóknarblað til frían rættargang er her:

pdf (226 Kb)