Skal eg lúka nakrar fríggjarligar treytir?

Ja, sum upprunastøði skal tín árliga inntøka ikki vera omanfyri eitt hámark, sum er ásett í bekendtgørelse nr. 1523 af 8. december 2023 for Færøerne om fri proces.

Ríkisumboðið grundar sína meting av fíggjarligu treytunum á tína skattligu ársuppgerð fyri undanfarna álmanakkaár, tvs. at metingin tekur støði í tíni ársuppgerð fyri 2022, tá umsóknin verður latin í 2024.

Ert tú gift/ur ella í samlívi, verður metingin av fíggjarligu treytunum somuleiðis grundað á inntøkuna hjá tínum hjúnafelaga/samliva. Harumframt hevur tað týdning fyri metingina av fíggjarligu treytunum, um tú hevur børn undir 18 ár, sum annaðhvørt eru búsitandi hjá tær ella í mestan mun verða uppihildin av tær.

Galdandi inntøkuhámarkini eru:

  • 371.000 kr. fyri stakar umsøkjarar
  • 471.000 kr. fyri giftar ella samlivandi umsøkjarar
  • 64.000 kr. í hækking fyri hvørt barni

 

Hevur inntøka tín broytt seg munandi síðan undanfarnu ársuppgerð, kann metingin heldur verður grundað á tíni aktuellu inntøkuviðurskifti, tvs. at støðið kann takast í lønarseðlum tínum fyri seinastu tríggjar mánaðirnar.