Nær kann eg søkja um fría málførslu?

Tú kanst í fyrsta lagi søkja um fría málførslu, tá ein aktuell ósemja ger seg galdandi millum teg og mótpartin.

Vanliga er talan um eina ósemju, tá málsins partar bæði kenna til og eru ósamdir um tey málskrøv, sum teirra millum eru gjørd galdnadi. Harumframt er talan um eina aktuella trætu, um hon annaðhvørt er ella verður løgd fyri rættin.

Verður tú stevnd/ur í einum rættarmáli, kanst tú í fyrsta lagi søkja um fría málførslu, tá tú hevur móttikið fráboðan um, at tú ert stevnd/ur.

Ríkisumboðið skal náa at viðgera tína umsókn um fría málførslu, áðrenn høvuðssamráðing fer fram í rættinum. Harvið verða umsóknir avvístar, verða tær ikki latnar rættstundis.