Kann eg fáa fría málførslu í øllum málum?

Nei, tú kanst einans fáa fría málførslu í málum, sum kunnu førast sambært sivilu rættargangsfyrimyndini. Tað merkir, at møguleikin fyri fríari málførslu ikki fevnir um m.a. revsimál ella mál, sum verða viðgjørd fyrisitingarliga, t.d. í eini nevnd ella líknandi.