Hvussu long er málsviðgerðartíðin?

Málsviðgerðartíðin er ymisk frá máli til máls. Vanliga er málsviðgerðartíðin styttri í teimum málum, sum frá byrgjan eru upplýst til fulnar, tí tá kann viðgerðin hjá Ríkisumboðnum byrja beinanvegin.

Soleiðis kanst tú stytta um málsviðgerðartíðina í tínum máli, við at tryggja tær, at kravdar upplýsingar og skjøl eru hjáløgd umsóknini, tá hon verður latin Ríkisumboðnum.