Hvørji skjøl tørvar Ríkisumboðnum í samband við mína umsókn?

Málsviðgerðin av tíni umsókn um fría málførslu er treytað av, at tú letur Ríkisumboðnum niðanfyristandandi skjøl:

  • Endaligu skattauppgerð tína fyri 2022
  • Endaligu skattauppgerð hjúnafelaga/samliva tíns fyri 2022
  • Lønarseðlar ella samsvarandi tínar og hjúnafelaga/samliva tíns fyri seinastu tríggjar mánaðirnar, um tín/tykkara inntøka hevur broytt seg munandi síðan 2022
  • Upplýsing um, hvørt tú ert fevnd/ur av eini rættarhjálpartrygging ella aðrari trygging, umframt hvørt tryggingarfelagið rindar málsins útreiðslur. Sýtir tryggingarfelagið at rinda málsins útreiðslur, tørvar tær eitt avrit av sýtingini
  • Upplýsing um mótpartsins navn og bústað
  • Upplýsing um, hvat málið snýr seg um (málsfrágreiðing)
  • Upplýsing um, hvørjum úrsliti tú ynskir at røkka (málskrav)
  • Upplýsing um, hví tú heldur, at titt ynski um málsins úrslit er tað rætta (málsgrundir)
  • Upplýsing um, hvussu mótparturin fyriheldur seg til títt málskrav (t.d. rættargangsrit, avrit av brøvum frá mótpartinum ella samsvarandi)
  • Møguliga stevning/stevningsuppkast ella svarrit, umframt møgulig onnur rættargangsrit (t.d. replik og duplik)
  • Í málum mótvegis almennum myndugleikum, ella tá nevndaravgerðir o.l. verða løgd fyri rættin, somuleiðis avrit av avgerð myndugleikans ella nevndarinnar.
  • Í málsskotsmálum, avrit av dóminum frá 1. rættarstigi.