Danskur-Føroyskur Mentanargrunnur

Afgørelse om uddeling for 2024 er midlertidig udskudt, da Skattestyrelsen i øjeblikket revurderer fondens skattemæssige status. Bestyrelsen vil, så snart endelig afgørelse fra Skattestyrelsen foreligger, tage stilling til, om der skal finde uddeling sted i 2024

Afgørelse om uddeling for 2024 er midlertidig udskudt, da Skattestyrelsen i øjeblikket revurderer fondens skattemæssige status. Bestyrelsen vil, så snart endelig afgørelse fra Skattestyrelsen foreligger, tage stilling til, om der skal finde uddeling sted i 2024

Um stovnskipan og nevnd

Dansk-Færøsk Kulturfond varð stovnað í 1951 eftir avtalu millum donsku stjórnina og Føroya landsstýri.

Grundarlagið undir ognini hjá grunninum er at gjalda aftur lán, sum ríkiskassin læt føroyingum, sum undir útbúgving ella øðrum ávum vóru í Danmark undir seinna heimsbardaga, tá ið sambandið millum Føroyar og Danmark var kvett. Grunnurin hevur síðan fingið fleiri pengar játtaðar aftrat , og ognin var ultimo 2018 umleið 7,5 mió. kr.  

Grunnurin arbeiðir við støði í eini stovnsskipan frá 1955. Sambært stovnskipanini stýrir ein fýramannanevnd grunninum: Ríkisumboðið í Føroyum, eitt umboð fyri danska mentamálaráðið og tvey umboð, sum landsstýrið velur. 

Í løtuni eru limirnir í nevndini í grunninum: 

Lene Moyell Johansen, ríkisumboðsmaður (føddur formaður)

Herleif Hammer, Stjóri á Tjóðsavni Føroya, tilnevndur av Mentamálaráðnum

Ólavur Jøkladal, cand.mag., tilnevndur av Mentamálaráðnum

Anne Mette Rahbæk, menningarstjóri, tilnevnd av danska mentamálaráðnum

 

Grunnurin fekk í 2019/2020 til samans 76 umsóknir til viðgerðar á nevndarfundinum tann 24. apríl 2020.

Á nevndarfundinum varð avrátt at játta 18 umsøkjarum til samans 250.775 kr., herímillum var ein persónur, ið søkti um námsferðastuðul.

 

Fleiri upplýsingar um Dansk-Færøsk Kulturfond og leiðbeining um umsóknir eru at fáa hjá skrivaranum, Marinu Mikkelsen, telefon +298 201200.