Munurin á fyrisitingarligum og vanligum CPR-nummari

Eitt fyrisitingarligt CPR-nummar er eitt veruligt CPR-nummar, sum er útvegað á øðrum støði enn bústaðarskráseting í CPR, t.v.s. eitt CPR-nummar, sum er útvegað, uttan at tú ert bústaðarskrásettur í Danmark. 

Tú kanst bert hava eitt CPR-nummar. Um ein føroyingur, ið hevur fingið eitt fyrisitingarligt CPR-nummar, seinni flytur til Danmarkar, skal viðkomandi boða frá flyting til ta donsku bústaðarkommununa, ið síðan skrásetir viðkomandi í CPR undir sama CPR-nummari.

Eitt fyrisitingarligt CPR-nummar ber í sjálvum sær eingi onnur rættindi í aðrari lógargávu. Eitt fyrisitingarligt CPR-nummar hevur sostatt ongan týdning fyri sjálvi rættindini til veitingar eftir aðrari danskari lóggávu, t.d. rættindi til heilsuveitingar, SU o.a.