Kærurættur

Sýtir Ríkisumboðið fyri áheitan um fyrisitingarligt CPR-nummari, kanst tú kæra hjá Indenrigs- og Boligministeriet, Holmens Kanal 22, 1060 København.

Skrivlig kæra kann sendast til Ríkisumboðið. Gevur Ríkisumboðið tær ikki viðhald í kæruni, verður kæran send víðari til Indenrigs- og Boligministeriet saman við avriti av skjølunum frá málinum og við grundgeving fyri avgerðini og endurskoðan.

 

Kærufreistin er 4 vikur eftir fráboðan um avgerðina.