Ivast tú í, um tú longu hevur eitt CPR-nummar?
Møtir tú persónliga upp hjá Ríkisumboðnum, kannar Ríkisumboðið, um tú longu hevur eitt CPR-nummar.
Pass ella annar myndsamleiki verður kravt. Somuleiðis setir Ríkisumboðið ávísar eftirlitsspurningar, herímillum um seinasta skrásetta bústað tín í Danmark.
Hevur tú longu eitt CPR-nummar, kann Ríkisumboðið upplýsa tað og síðan útskriva váttan fyri tað.