Hvussu fært tú eitt fyrisitingarligt CPR-nummar?
Tú kanst fáa eitt fyrisitingarligt CPR-nummar, við antin at senda umsókn til Ríkisumboðið ella møta persónliga upp hjá Ríkisumboðnum. Haraftrat er treytin, at tú ert danskur ríkisborgari og hevur bústað í Føroyum.
Tað eru eingi formkrøv til skrivligu umsóknina, men Ríkisumboðið mælir til, at umsóknarblaðið á heimasíðuni hjá Ríkisumboðnum verður brúkt.
Skjalprógvan um ríkisborgaraskap skal verða hjálagt saman við umsóknini um fyrisitingarligt CPR-nummar. Hetta kann gerast, við at hjáleggja avrit av galdandi føroyskum/donskum passi. Hevur tú ikki galdandi pass, kann avrit av ríkisborgaraprógvi verða hjálagt umframt annað myndasamleikaprógv.
Skjalprógvan um bústað fæst við at vísa bústaðarváttan. Hevur tú onga, kann Ríkisumboðið útskriva eina bústaðarváttan frá Landsfólkayvirlitinum.
Tá ið Ríkisumboðið hevur fingið skjalprógvið fyri ríkisborgaraskap, viðgera vit umsóknina komandi dagarnar.
Síðan útskriva vit eitt fyrisitingarligt CPR-nummar, ið verður sent til umsøkjaran við vanligum posti, um umsóknin er skrivlig. Møtir umsøkjarin persónliga upp hjá Ríkisumboðnum, kann CPR-nummarið antin latast, tá ið málsviðgerðin er liðug, ella avtalast kann, at fyrisitingarliga CPR-nummarið verður sent við posti til umsøkjaran.