Fyrisitingarligt CPR-nummar til persónar undir verjumáli

Um ein borgari er undir verjumáli, kann verji hansara vegna borgaran biðja um at fáa tillutað eitt fyrisitingarligt CPR-nummar, undir teirri fortreyt, at persónliga verjumálið fevnir um viðurskiftið. Avrit av verjutilnevning skal hjáleggjast umsóknini.

Skjalprógv um ríkisborgaraskap skal verða hjálagt umsóknini um fyrisitingarligt CPR-nummar. Hetta kann gerast, við at leggja eitt avrit av galdandi føroyskum/donskum passi fyri tann persón, sum skal hava tillutað eitt fyrisitingarligt CPR-nummar, afturat umsóknini. Hevur persónurin ikki galdandi pass, ber til at hjáleggja váttan um ríkisborgararætt og samleikaprógv við mynd.

Persónar undir verjumáli kunnu eisini sjálvir biðja um at fáa tillutað persónstal, eftirsum at tað persónliga virkisføri ikki kann verða frátikið borgarum.