Fyrisitingarligt CPR-nummar til børn undir 18 ár

Børn undir 18 ár hava somuleiðis møguleika at fáa fyrisitingarligt CPR-nummar. Ein av teimum, ið hava foreldramyndugleikan, skal í hesum føri skriva undir umsóknarblaðið.

Hevur barnið ikki frammanundan eitt galdandi pass, kann skjalprógv um danskan ríkisborgararætt verða váttað við, at eitt avrit av føðibrævi/dópsbrævi og avrit av føroyska/danska passinum hjá øðrum foreldrinum verður hjálagt.