Verða børn míni danskir ríkisborgarar saman við mær?

Tá ein persónur fær danskan ríkisborgararætt við at lata fráboðan inn, fær barnið – eisini ættleitt barn – danskan ríkisborgararætt, uttan so, at tað er greitt ásett, at barnið ikki skal vera fevnt av fráboðanini.

Treytin fyri, at eitt barn kann fáa danskan ríkisborgararætt, er:

  • Tann, sum letur fráboðanina inn, eigur part í foreldramyndugleikanum yvir barninum,
  • barnið er ógift,
  • barnið er undir 18 ár, og
  • barnið býr her í ríkinum.

Um barnið stendur undir felags foreldramyndugleika, skal hitt foreldri geva samtykki til, at barnið fær ríkisborgararætt saman við fráboðaranum. Fyri eitt ættleitt barn er tað harumframt ein treyt, at ættleiðingin er galdandi sambært donskum lógum.