Um tú hevur fingið danskan ríkisborgararætt við føðing, tá foreldrini giftust ella við ættleiðing, kanst tú søkja um prógv fyri tínum danska ríkisborgararætti – einum sokallaðum ríkisborgararættarprógvi – frá danska Útlendinga- og Integratiónsmálaráðnum.
Um tú vilt vita meira um, hvussu tú søkir um ríkisborgararættarprógv, ella ert í iva um, hvørt tú ert danskur ríkisborgari, kanst tú venda tær til danska Útlendinga- og Integratiónsmálaráðið ella lesa meira á heimasíðuni hjá teimum her.