Málsviðgerðartíðin kann vera ymisk frá einum máli til annað. Viðgerðartíðin er millum annað treytað av, hvussu nógv mál vit hava, tá fráboðanin verður latin inn. Harumframt er málsviðgerðartíðin vanliga styttri, tá allir neyðugir upplýsingar eru latnir inn frá byrjan, so Ríkisumboðið kann byrja sjálva viðgerðina beinanvegin. Tú kanst tí stytta um málsviðgerðartíðina, um tú tryggjar tær, at øll neyðug skjøl og allir upplýsingar fylgja við umsóknini.