Hvør kann fáa danskan ríkisborgararætt við fráboðan?

Norðurlendskir ríkisborgarar – t.e. ríkisborgarar í Finnlandi, Íslandi, Noregi ella Svøríki – kunnu fáa danskan ríkisborgararætt við at lata fráboðan inn, um treytirnar fyri hesum eru loknar. Tú kanst lesa meira um treytirnar hjá norðurlendskum ríkisborgarum millum 18 og 23 ár her og hjá norðurlendskum ríkisborgarum yvir 18 ár her

Persónar, sum frá føðing hava verið danskir ríkisborgarar, men sum seinni, í tíðarskeiðnum áðrenn Danmark góðkendi dupultan ríkisborgararætt, hava mist danska ríkisborgararættin í sambandi við, at tey hava fingið annan ríkisborgararætt, kunnu harumframt fáa danska ríkisborgararættin aftur, um treytirnar eru loknar. Tú kanst lesa meira um treytirnar her