Góðkennir Danmark dupultan ríkisborgararætt?

Danmark góðkennir nú dupultan ríkisborgararætt. Tað merkir, at tú sambært danskari lóggávu ikki missir tín útlendska ríkisborgararætt, tá tú fært danskan ríkisborgararætt. Umvent missir tú heldur ikki tín danska ríkisborgararætt, um tú fært eitt ella fleiri útlendsk ríkisborgararættindi.

Tó skal gerast vart við, at danskar reglur ikki hava bindandi virknað fyri reglur um ríkisborgararætt í øðrum londum. Tí er tað umráðandi at kanna, um hitt landi ella hini londini, har tú longu ert ella ætlar at blíva ríkisborgari, góðkennir dupultan ríkisborgararætt á sama hátt sum Danmark.