Sambært § 4 kann ein persónur, sum frá føðing hevur fingið danskan ríkisborgararætt og hevur búð her í ríkinum til 18 ára aldur, men sum seinni hevur mist danska ríkisborgararættin, fáa ríkisborgararættin aftur við at lata eina fráboðan inn til Ríkisumboðið, um viðkomandi hevur búð her í ríkinum seinastu 2 árini.
Harumframt kann ein persónur, sum hevur mist sín danska ríkisborgararætt og síðani støðugt hevur verið ríkisborgari í einum av norðurlondunum, fáa ríkisborgararættin aftur, um viðkomandi, eftir at hava fingið fastan bústað her í ríkinum, letur fráboðan inn um hetta til Ríkisumboðið.
Um tú lýkur omanfyri nevndu treytir og vilt lata eina fráboðan inn til Ríkisumboðið í Føroyum sambært reglunum í § 4, skalt tú nýta hetta umsóknarblaðið: