Ríkisborgararættur

Ríkisborgararættur við fráboðan 

Ávísir persónbólkar kunnu fáa danskan ríkisborgararætt við at lata eina fráboðan inn til Ríkisumboðið. Hetta krevur tó, at ávísar treytir eru loknar. 

Tey, ið hava møguleika at lata eina fráboðan inn til Ríkisumboðið, eru:

  • Persónar, sum eru ríkisborgarar í Finnlandi, Íslandi, Noregi ella Svøríki (nevndir norðurlendskir ríkisborgarar).
  • Persónar, sum frá føðing hava havt danskan ríkisborgararætt, men sum seinni hava mist hann í sambandi við, at tey hava fingið annan útlendskan ríkisborgararætt, áðrenn Danmark góðkendi dupultan ríkisborgararætt. 

 

Reglurnar fyri at lata fráboðan inn

Reglurnar um fráboðan til Ríkisumboðið í Føroyum eru ásettar í Lovbekendtgørelse nr. 70 af 28. januar 2020 for Færøerne af lov om dansk indfødsret.

 

Umsóknarbløð, sum skulu nýtast til fráboðan til Ríkisumboðið

Um tú vilt lata fráboðan inn til Ríkisumboðið í Føroyum, skalt tú nýta eitt av teimum trimum umsóknarbløðunum í teigunum til høgru. Umsóknarbløðini fáast eisini í pappírsútgávu, um tú møtir upp í móttøkuni hjá Ríkisumboðnum í vanligari upplatingartíð. Upplatingartíðirnar eru her.

Sum nevnt omanfyri eru trý ymisk umsóknarbløð: Tvey, ið kunnu nýtast av norðurlendskum ríkisborgarum og eitt triðja, ið kann nýtast av teimum, sum fyrr hava havt danskan ríkisborgararætt, men hava mist hann og nú vilja hava hann aftur.

 

Gjald við fráboðan

Um tú sum ríkisborgari í einum av hinum norðurlondunum – Finnlandi, Íslandi, Noregi ella Svøríki – ella sum fyrrverandi danskur ríkisborgari velur at lata eina fráboðan inn til Ríkisumboðið í Føroyum, kostar tað 1.100 kr. Goldið verður við bankaflyting til kontu hjá Ríkisumboðnum í Danske Bank: Reg.nr.: 0216 kontonr.: 4069069991. Minst til at skriva navn títt, tá goldið verður og at senda avrit av kvittan fyri gjaldið til Ríkisumboðið.