Norðurlendskir ríkisborgarar yvir 18 ár

Sambært § 3, stk. 1, kunnu ríkisborgarar í Finnlandi, Íslandi, Noregi ella Svøríki, og sum lúka treytirnar í stk. 2 ella stk. 3, fáa danskan ríkisborgararætt við at lata skrivliga fráboðan inn til Ríkisumboðsmannin í Føroyum.

Sambært § 3, stk. 3, kann fráboðan latast inn av persónum, ið

  1. hava fingið ríkisborgararætt í Finnlandi, Íslandi, Noregi ella Svøríki á annan hátt enn við lóg,
  2. eru fyltir 18 ár,
  3. hava havt bústað her í ríkinum seinastu 7 árini og
  4. ikki eru dømdir fongsulsrevsing í hesum tíðarskeiði ella hava fingið ásett annað tiltak ímóti sær, sum er javnsett við fongsulsrevsing. 

Um tú lýkur omanfyri nevndu treytir og vilt lata eina fráboðan inn til Ríkisumboðið í Føroyum sambært hesi reglu, skalt tú nýta hetta umsóknarblaðið: