NemID

Fyri at fáa NemID, skalt tú møta hjá Ríkisumboðnum. Neyðugt er, at bíleggja eina tíð áðrenn. Finn fleiri upplýsingar um NemID her.

Nú hava borgarar í Føroyum høvi til at biðja Ríkisumboðið um at fáa eitt NemID við almennari digitalari undirskrift.

Gjørt verður vart við, at ávísar treytir skulu lúkast, áðrenn áheitanin kann játtast. Sí nærri um hetta á skiljibløðunum høgrumegin.

Til ber at biðja um tíð við telduposti til høvuðsteldupostadressuna hjá Ríkisumboðnum: ro@fo.stm.dk ella við at ringja til +298 201200. 

Vilt tú hava telefonisk boð um tíð, skalt tú skriva telefonnummarið hjá tær í teldupostin.