NemID verður til MitID
Tann 30. juni 2023 letur NemID aftur. Eftir hetta verður ikki møguligt at nýta NemID, fyri at rita inn á danskar talgildar sjálvavgreiðslur. Tískil heitir Ríkisumboðið á allar borgarar, sum nýta NemID, at fáa sær MitID, áðrenn NemID letur aftur.
Niðanfyri ber til at lesa, hvussu tú fært MitID.
MitID umvegis NemID
Um tú hevur eitt aktivt NemID, kanst tú sjálv/ur stovna tær eitt MitID, sum tú síðan kann nýta, fyri at rita inn á danskar talgildar sjálvavgreiðslur. Hetta kann gerast umvegis www.mitid.dk/nemid.
MitID við persónligari uppmøting á Ríkisumboðnum
Til ber eisini at fáa MitID á Ríkisumboðnum, um samleikatreytirnar kunnu lúkast. Ynskir tú at fáa MitID stovnað á Ríkisumboðnum, verður tú biðin um at bíleggja tíð umvegis teldupost ella telefon.