MitID
Um tú hevur spurningar viðvíkjandi MitID, kanst tú lesa meira her. Eisini er møguligt at fáa persónliga vegleiðing, við at ringja á telefonnr. +45 33 98 00 10.
MitID er nýggi danski samleikin. Umvegis MitID prógvar tú hvør tú ert á netinum – millum annað tá tú skalt rita inn á borger.dk ella ein danskan netbanka. Tú kanst nýta MitID til at tað, sum tú plagar at nýta NemID til.
MitID fer at avloysa NemID. Broytingin fer fram, tí tørvur er á einum talgildum samleika, sum kann liva upp til framtíðarinnar trygdartreytir og tørv. NemID er ein góð og trygg loysn í dag, men MitID er við til at økja enn meira um trygdina.
Við MitID verður trygdin økt á serliga trimum økjum: Á tann hátt, MitID tøkniliga er uppbygt; á tann hátt, tú kanst nýta MitID; og fyri tær treytir, ið verða settar til at kunna prógva sín samleika, tá man skal hava MitID.
Tískil kanst tú kenna teg heilt tryggan, tá tíðin verður búgvin fyri teg at skifta til MitID.
MitID-loysnin er bygd upp á ein hátt, sum ger tað møguligt lætt og skjótt at gera broytingar í loysnini. Hetta merkir, at vit við MitID hava betri møguleikar, til skjótt at svara aftur (reagera) uppá skiftandi internethóttanir og leypandi kunnu tillaga loysnina, fyri at styrkja um trygdina.
Les meira um trygdina í MitID her.
Tað er ókeypis at stovna og nýta MitID.
MitID varð innført í 2021 og fer stigvíst at koma ístaðin fyri NemID, so hvørt allir NemID brúkarar fáa MitID. Teir seinastu NemID-brúkararnir skifta til MitID seinast tann 31. oktobur 2022.
Minst til at varðveita títt NemID, inntil NemID heilt er hildið uppat. Hóast tú fært MitID, skalt tú varðveita NemID inntil víðari. Tað skalt tú, tí tað í einum tillagingarskeiði eru støð, tú enn skalt nýta NemID, inntil NemID er hildið heilt uppat. Tú fært boð, tá tú ikki longur skalt hava NemID, annaðhvørt frá tínum banka tínum ella umvegis Digital Post.
Umsóknarblað til MitID er niðanfyri:
