Løggilding og apostille
Skalt tú nýta eitt alment, føroyskt skjal í einum fremmandum landi, kann tað verða neyðugt at fáa tað løggildað ella Apostille-áteknað, áðrenn skjalið verður góðtikið í tí landinum, sum tað skal nýtast í.
Dømi: Skalt tú søkja um innferðarloyvi í eitt annað land, kanst tú vænta, at útlendsku myndugleikarnir biðja teg senda teimum eitt løggildað ella Apostille-áteknað dópsbræv.
Hvat er løggilding?
Løggilding er ein váttan um, at eitt skjal er ektað, umframt at undirskrivarin hevur ta neyðugu heimildina at átekna skjalið. Tað merkir, at løggildingin einans váttar skjalsins sanngildi og undirskrivarans fulltrú, uttan at taka støðu til skjalsins innihald, sum m.a. hvørt støðumetini í einum próvbrævi eru rætt skrásett ella um nøvnini í eini váttan eru rætt stavað.
Er løggilding og Apostille tað sama?
Hóast hugtøkini ofta verða nýtt hvørt um annað, er tað í Føroyum ein munur. Tískil er tað eitt gott hugskot at kanna, um skjalið skal løggildast ella eisini Apostille-áteknast, alt eftir treytunum frá tí myndugleikanum, sum hevur umbiðið skjølini.
Løggilding
Mannagongdin fyri løggilding í Føroyum inniber, at undirskriftin á almenna skjalinum í fyrstu atløgu skal váttast hjá viðkomandi myndugleika (t.d. einum aðalráði), sum varðar av ítøkiliga málsøkinum. Harnæst skal Ríkisumboðið vátta undirskriftina hjá viðkomandi myndugleikanum.
Dømi: Um man t.d. ynskir at løggilda sítt dópsbræv, skal undirskriftin hjá tí persóni, sum hevur givið skjalið út, fyrst váttast hjá Almanna- og Mentamálaráðnum, og hareftir skal Ríkisumboðið vátta undirskriftina hjá tí persóni, sum vegna Almanna- og Mentamálaráðið hevur undirskrivað dópsbrævið.
Tá skjalið er løggildað, er tað útgjørt við:
- eini átekning frá útflýggjandi myndugleikanum
- eini átekning frá viðkomandi myndugleikanum (aloftast frá avvarðandi aðalráði)
- eini átekning frá Ríkisumboðnum
Apostille
Ein apostille er ein altjóða góðkenning, sum váttar sanngildið av undirskriftum, stemplum og embætum á almennum skjølum. Um eitt skjal verður apostille-áteknað, fær tað gildi í øllum londum, sum hava tikið undir við Haag-Sáttmálanum frá 5. oktobur 1961. Umvegis hesa leinkjuna finnir tú eitt yvirlit yvir tey lond, sum eru partar av sáttmálanum.
Við heimild í sáttmálans grein 6, hevur Udenrigsministeriet í Keypmannahavn (legaliseringskontoret) einaheimild at átekna skjøl við Apostillum.
Hevur man soleiðis eitt ynskir um at apostille-átekna eitt alment, føroyskt skjal, er tískil fyrst neyðugt at løggilda tað (sambært omanfyri undir ’Løggilding’), og harnæst skal fysiska skjalið áteknast hjá Udenrigsministeriet – sí niðanfyri undir ’Kostnaður og sending’.
Tá skjalið er apostille-átektnað, er tað útgjørt við:
- eini átekning frá útflýggjandi myndugleikanum
- eini átekning frá viðkomandi myndugleikanum (aloftast frá avvarðandi aðalráði)
- eini átekning frá Ríkisumboðnum
- eini apostillu á skjalsins baksíðu
Kostnaður og sending
Um tú ynskir eina apostille-átekning, skal fysiska skjalið áteknast hjá Udenrigsministeriet.
Í hesum sambandi kanst tú sjálv/ur senda skjalið til løggildingarkontórið hjá Udenrigsministeriet við vanligum brævposti, eins og Ríkisumboðið fegin átekur sær at senda tað tína vegna við innskrivaðum brævposti. Tað er eisini møguligt at møta persónliga á løggildingarkontórinum hjá Udenrigsministeriet í teirra avgreiðslutíðum, um tú ynskir apostille-átekningina framda á staðnum.
Tað kostar einki at fáa skjøl løggildað hjá ávikavist viðkomandi myndugleika og Ríkisumboðnum. Hinvegin tekur Udenrigsministeriet 230 DKK pr. skjal, sum skal apostille-áteknast. Um so er, at skjalið verður sent til Udenrigsministeriet við brævposti, rindar tú eisini postgjald fyri aftursending til Føroya.
Rindan fyri apostille-átekning og postgjald fyri aftursending fer fram talgilt umvegis hesa leinkjuna. Um Ríkisumboðið skal senda skjalið, rindar tú fyrst umvegis leinkjuna og annaðhvørt útskrivar kvittanina og hevur hana við til Ríkisumboðið ella sendir kvittanina til Ríkisumboðið umvegis teldupost á ro@fo.stm.dk áðrenn tú møtir.
Gev gætur
Einans almenn upprunaskjøl (originale dokumenter) kunnu løggildast ella apostille-áteknast. Tað merkir, at avrit av almennum skjølum verða víst aftur.