Heimarættur

Danskur ríkisborgararættur (heimarættur) fæst við váttan til Ríkisumboðið í Føroyum ella við lóg sambært kunngerð nr. 422 frá 7. juni 2004 um lóg um danskan heimarætt við seinni broytingum.

Um heitið danskur ríkisborgari ella danskur heimarættur verður brúkt hevur minni at siga - orðini samsvara við hvørt annað.

Summir persónbólkar kunnu fáa danskan ríkisborgaraskap við at vísa Ríkisumboðnum eina váttan. Tað snýr seg um: 

  • persónar, sum frá burði hava havt danskan ríkisborgaraskap, og sum seinni hava mist hann
  • persónar, ið hava heimarætt í einum øðrum norðurlandi

Víst verður til brotið um ríkisborgaraskap við váttan.

Øll onnur kunnu søkja um danskan ríkisborgaraskap við lóg. Víst verður til brotið um hetta.   

 

Dupultur ríkisborgaraskapur

Við fyriskipan nr. 761 frá 30. juni 2019 um gildiskomu fyri Føroyar um at broyta lóg um danskan heimarætt, sum kom í gildi 3. august 2019, eru millum annað ásetingarnar um dupultan ríkisborgaraskap broyttar.

Fyriskipanin merkir, at danskir ríkisborgarar, ið vilja hava fremmandan ríkisborgaraskap, kunnu gera tað uttan at missa sín danska ríkisborgaraskap. Í hesum føri skulu tey ikki samskifta við donsku myndugleikarnar.

Tað veldst tó um lóggávuna í tí landinum, har viðkomandi vil hava ríkisborgaraskap, um dupultur ríkisborgaraskapur verður góðtikin, ella um møgulig krøv verða sett um loysing úr danska ríkisborgaraskapinum.  

Danskir ríkisborgarar kunnu við áheitan á danska útlendinga- og integratiónsráðið  framhaldandi eftir ávísum treytum verða loystir úr sínum danska ríkisborgaraskapi.

Fyriskipanin merkir haraftrat, at útlendskir ríkisborgarar, ið vilja hava danskan ríkisborgaraskap, ikki longur verða møtt við einum donskum kravi um loysing.

Tað stendur tó til lóggávuna í tí landi, har viðkomandi frammanundan hevur ríkisborgaraskap, um dupultur ríkisborgaraskapur verður góðtikin, ella um  viðkomandi fer at missa sín ríkisborgaraskap í avvarðandi landi, tá ið viðkomandi hevur fingið danskan ríkisborgaraskap.

Í fyriskipanini eru eisini tvær skiftisskipanir um at útvega sær danskan ríkisborgaraskap við at vísa váttan. Víst verður til brotið um ríkisborgaraskap við váttan.