Fríur rættargangur
Fríur rættargangur
Fríur rættargangur merkir, at staturin veitir fíggjarligan stuðul til tess at tryggja øllum borgarum atgongd til dómstólarnar. Endamálið við fríum rættargangi er sostatt at tryggja borgarum við ymiskum fíggjarligum umstøðum eins møguleikar til at føra neyðug rættarmál.
Galdandi reglurnar um frían rættargang standa í rættargangslógini kapitul 41 (lovbekendtgørelse nr. 964 af 26. juni 2020, Retsplejelov for Færøerne af lov), og í kunngerð nr. 1481 frá 30. novembur 2022 fyri Føroyar um frían rættargang. Reglurnar finnast á www.logir.fo.
Ávísar treytir skulu vera lúkaðar fyri at fáa frían rættargang. Treytirnar fyri fríum rættargangi valdast, hvat sakin snýr seg um, fíggjarligu støðuna hjá umsøkjaranum, og at umsøkjarin hevur rímiliga grund til at stevna.
Umsóknarblað til frían rættargang er her: