Danskur-Føroyskur Mentanargrunnur
Grunnurin tekur ikki ímóti umsóknum fyri 2023. Sundurlutan frá grunninum verður ásett eftir avlopinum hjá grunninum. Í 2022 er kapitalurin hjá grunninum minkaður og tískil er einki avlop at luta út av. Tískil hevur nevndin avgjørt at lata grunnin hvíla í 2023.
Grunnurin tekur ikki ímóti umsóknum í 2023.
Grunnurin tekur ikki ímóti umsóknum fyri 2023. Sundurlutan frá grunninum verður ásett eftir avlopinum hjá grunninum. Í 2022 er kapitalurin hjá grunninum minkaður og tískil er einki avlop at luta út av. Tískil hevur nevndin avgjørt at lata grunnin hvíla í 2023.
Um stovnskipan og nevnd
Dansk-Færøsk Kulturfond varð stovnað í 1951 eftir avtalu millum donsku stjórnina og Føroya landsstýri.
Grundarlagið undir ognini hjá grunninum er at gjalda aftur lán, sum ríkiskassin læt føroyingum, sum undir útbúgving ella øðrum ávum vóru í Danmark undir seinna heimsbardaga, tá ið sambandið millum Føroyar og Danmark var kvett. Grunnurin hevur síðan fingið fleiri pengar játtaðar aftrat , og ognin var ultimo 2018 umleið 7,5 mió. kr.
Grunnurin arbeiðir við støði í eini stovnsskipan frá 1955. Sambært stovnskipanini stýrir ein fýramannanevnd grunninum: Ríkisumboðið í Føroyum, eitt umboð fyri danska mentamálaráðið og tvey umboð, sum landsstýrið velur.
Í løtuni eru limirnir í nevndini í grunninum:
Lene Moyell Johansen, ríkisumboðsmaður (føddur formaður)
Herleif Hammer, Stjóri á Tjóðsavni Føroya, tilnevndur av Mentamálaráðnum
Ólavur Jøkladal, cand.mag., tilnevndur av Mentamálaráðnum
Anne Mette Rahbæk, menningarstjóri, tilnevnd av danska mentamálaráðnum
Grunnurin fekk í 2019/2020 til samans 76 umsóknir til viðgerðar á nevndarfundinum tann 24. apríl 2020.
Á nevndarfundinum varð avrátt at játta 18 umsøkjarum til samans 250.775 kr., herímillum var ein persónur, ið søkti um námsferðastuðul.
Fleiri upplýsingar um Dansk-Færøsk Kulturfond og leiðbeining um umsóknir eru at fáa hjá skrivaranum, Marinu Mikkelsen, telefon +298 201200.