Danskur-Føroyskur Mentanargrunnur

Umsóknarfreistin er 1. mars 2025

Endamálið við grunninum

Endamálið við grunninum er ”at fremja vitborna sambandið millum Føroyar og danska ríkið annars”. Tað vil siga mentanarmillumgonga í víðari merking millum Føroyar og Danmark í ríkisfelagsskapinum.  

Studningur kann verða latin leiklista-, films-, tónleika- og listaætlanum, bókaútgávum, ávísum lestrarferðum o.a.  

Studningur verður ikki latin norðurlendskum samstarvi, skúlaferðum, ítrótti og veruligum útbúgvingarendamálum.  

Umsóknarfreistir og leiðbeining til umsóknir til mentanargrunnin

Grunnurin tekur ímóti umsóknum í 2025 frá 1. januar til 1. mars 2025

Árliga umsóknarfreistin er 1. mars við eftirviðgerð i nevndini í apríl/mai. Umsóknir skulu sostatt vera grunninum í hendi í seinasta lagi 1. mars. 

Studningurin er ymiskur og yvirhøvur millum 10.000 og 50.000 kr.

Umsóknarblað kann takast niður her:

pdf (71 Kb)

Umsóknin skal sendast skrivaranum í grunninum, Marini Mikkelsen, ro@fo.stm.dk við telduposti ella Ríkisumboðnum í Føroyum við vanligum posti att. Marin Mikkelsen, Amtmansbrekkan 6, FO-100 Tórshavn.

Í umsóknini skal vera nágreinilig frágreiðing um endamálið, fíggjarætlan fyri virksemið, ið søkt verður um og møguliga roknskaparætlan fyri líknandi undanfarið virksemi. Tað eigur eisini at verða sagt frá, um umsókn er send um stuðul aðrastaðnis til endamálið. 

Væntað verður, at tey, ið fáa studning játtaðan, so vítt sum til ber senda grunninum eitt eintak av bók, katalogi, tíðarriti o.s.fr., sum grunnurin hevur stuðlað.

Umsóknir, ið koma inn eftir tíðarfreistina, verða avvístar.

Studningur verður ikki latin tiltøkum o.ø., sum hava verið fyri 1. juni sama ár.

Játtanartilsagnirnar standa við í tvey ár. Eftir hetta skal nýggj umsókn sendast, um stuðul framvegis vil vinnast til viðkomandi verkætlan. 

Serstakt um Dansk Færøsk Samfunds námsferðastuðul

Dansk-Færøsk Kulturfond stendur eisini fyri ” Dansk-Færøsk Samfunds studierejselegat", sum verður sligið upp í Danmark og Føroyum til útluting eina ferð um árið.

Gávugrunnurin er í tveimum pørtum upp á 10.000,00 kr. Annar er fyri eina námsferð til Føroya og hin fyri námsferð til Danmarkar til persónar millum 18 og 30 ár. Námsferðin skal hava eitt endamál, ið fevnir um endamálið hjá Dansk-Færøsk Kulturfond.

Umsóknarblað kann takast niður her:  

pdf (72 Kb)

Um stovnskipan og nevnd

Dansk-Færøsk Kulturfond varð stovnað í 1951 eftir avtalu millum donsku stjórnina og Føroya landsstýri.

Grundarlagið undir ognini hjá grunninum er at gjalda aftur lán, sum ríkiskassin læt føroyingum, sum undir útbúgving ella øðrum ávum vóru í Danmark undir seinna heimsbardaga, tá ið sambandið millum Føroyar og Danmark var kvett. Grunnurin hevur síðan fingið fleiri pengar játtaðar aftrat , og ognin var ultimo 2018 umleið 7,5 mió. kr.  

Grunnurin arbeiðir við støði í eini stovnsskipan frá 1955. Sambært stovnskipanini stýrir ein fýramannanevnd grunninum: Ríkisumboðið í Føroyum, eitt umboð fyri danska mentamálaráðið og tvey umboð, sum landsstýrið velur. 

Í løtuni eru limirnir í nevndini í grunninum: 

Lene Moyell Johansen, ríkisumboðsmaður (føddur formaður)

Herleif Hammer, Stjóri á Tjóðsavni Føroya, tilnevndur av Mentamálaráðnum

Ólavur Jøkladal, cand.mag., tilnevndur av Mentamálaráðnum

Anne Mette Rahbæk, menningarstjóri, tilnevnd av danska mentamálaráðnum

 

Fleiri upplýsingar um Dansk-Færøsk Kulturfond og leiðbeining um umsóknir eru at fáa hjá skrivaranum, Marinu Mikkelsen, telefon +298 201200.