Dátuvernd
Dátuábyrgd
Ríkisumboðsmaðurin í Føroyum hevur dátuábyrgd av viðgerðini av teimum persónsupplýsingum, tú hevur sent til Ríkisumboðið. Tú setur teg í samband við okkum her:
Amtmansbrekkan 6
FO-100 Tórshavn
Teldupostur: ro@fo.stm.dk
Telefon: + 298 201200
Viðgerðin av persónsupplýsingum fer fram sambært reglunum í anordning nr. 754 af 19. juni 2017 om ikrafttræden af lov om behandling af personoplysninger for rigsmyndighedernes behandling af oplysninger på Færøerne og bekendtgørelse nr. 1051 af 12. september 2017 for Færøerne om sikkerhedsforanstaltninger til beskyttelse af personoplysninger, som behandles for den del af den offentlige forvaltning, der henhører under rigsmyndighederne.
Endamál
Vit viðgera tínar persónsupplýsingar fyri at kunna greiða áheitanina við neyðugari málsviðgerð.
Vit viðgera eisini upplýsingarnar fyri at fáa eina gagnliga og skynsama málsviðgerð og fyri at halda skil á, hvørji mál Ríkisumboðið hevur viðgjørt, herímillum at leita fram eldri virkisroyndir.
Møguligir móttakarar
Upplýsingar kunnu í serligum føri verða býttar við aðrar myndugleikar, um Ríkisumboðið metir, at tín áheitan hoyrir undir ein annan myndugleika og tí sendir tína áheitan víðari til rættan myndugleika. Um so er, fært tú boð um tað.
Rættindi
- Tú hevur rætt til at fáa innlit í tær upplýsingar, ið vit viðgera um teg, umframt nakrar gjøllari upplýsingar.
- Tú hevur rætt til at fáa skeivar upplýsingar um teg sjálvan rættaðar.
Vilt tú brúka omanfyristandandi rættindi ella onnur rættindi, skalt tú seta teg í samband við Ríksumboðið.